ACA Concept

ACA Concept ACA Concept designer og opfører jeres arkitektegnede byggeprojekt. Vi producerer og leverer højisolerede træelementer som standard i vores projekter

Vit átaka okkum nú eisini eitthvørt timburarbeiði, flisaarbeiði og betongarbeiði, stórt sum lítið.Vit hava egnar royndar...
07/02/2025

Vit átaka okkum nú eisini eitthvørt timburarbeiði, flisaarbeiði og betongarbeiði, stórt sum lítið.

Vit hava egnar royndar og dugnaligar Føroyskar timburmenn sum kunnu byrja hesi arbeiðir innan fyri stutta tíð.

Ynskja tit tilboð uppá dagføring av húsum av ymsum slag, so sum skifta klædning, skifta vindeygu, skifta tak, innrætta íbúð, ella eitthvørt annað timburarbeiði, flisa ella betongarbeiði, so set tykkum í samband við okkum, vit átaka okkum hesi arbeiðir í nakrar mánaðir framm.

Tit eru vælkomin at skriva til okkum her, ella á teldupost [email protected], ella ringja til okkara tekniska leiðara á +298530366.

Vit fáa javnan umbønir um fleiri dømir uppá 1 plans hús.Her er eitt nýtt skitsu uppskot uppá eitt minni 1 plans húsasnið...
13/01/2025

Vit fáa javnan umbønir um fleiri dømir uppá 1 plans hús.

Her er eitt nýtt skitsu uppskot uppá eitt minni 1 plans húsasnið.

Húsið er 126,5 m2 til støddar.

Onkrar uppgávur vit fáa eru størri og meira avbjóðandi enn aðrar.Hetta skitsu uppskoti er eini stór sethús sum skulu byg...
11/10/2024

Onkrar uppgávur vit fáa eru størri og meira avbjóðandi enn aðrar.

Hetta skitsu uppskoti er eini stór sethús sum skulu byggjast í Kollafirði.

Húsini eru ikki liðug teknaði enn, men her eru brellbitar av hvussu tað áleið kemur at síggja út. Sniði og formurin er eitt sindur ørðvísi enn tað vit sum oftast tekna.

Vit tekna smá, sum stór projektir, nýggj hús, dagføring av húsum, íbúðarbygging og annað innanfyri bygging.Vit eru akkur...
10/10/2024

Vit tekna smá, sum stór projektir, nýggj hús, dagføring av húsum, íbúðarbygging og annað innanfyri bygging.

Vit eru akkurát lidnir við myndugleikasett, uppá hesi smáu hugnaligu húsini, sum skulu byggjast í Haldórsvík. Hesi húsini skulu byggjast omaná gamla grótgrund, har grundin verður varðveitt, snøgga og nútímansgjørd.

Vit hava gjørt skitsuuppskot, myndugleikasett, og hjálpt byggiharra at søkja um byggiloyvi.

Skulu tit hava teknað hús, søkja um byggiloyvi, og kanska eisini fáa kostnaðarmeting uppá húsini, so set tykkum endiliga í samband við okkum, so hjálpa vit fegin.

Hesi húsini, sum skulu byggjast í Kvívík, hava nýliga fingið byggiloyvi, og klárt er hjá byggiharra at byrja uppá sokkil...
09/10/2024

Hesi húsini, sum skulu byggjast í Kvívík, hava nýliga fingið byggiloyvi, og klárt er hjá byggiharra at byrja uppá sokkil.

Vit hava gjørt skitsu uppskot, myndugleikasett, og søkt um byggiloyvi vegna byggiharra, og gjørt kostnaðarmeting at byggja sethúsini.

Skulu tit hava teknað hús, søkja um byggiloyvi, og kanska eisini fáa kostnaðarmeting uppá húsini, so set tykkum endiliga í samband við okkum.

Vit tekna eisini viðhvørt umvælingar og nútímans dagføring av eldri sethúsum. Sum hetta.Hetta húsið er staðsett í Vestma...
21/08/2024

Vit tekna eisini viðhvørt umvælingar og nútímans dagføring av eldri sethúsum. Sum hetta.

Hetta húsið er staðsett í Vestmanna, og húsini eru upprunaliga frá 1960’unum.

Húsini skulu bjálvast eyka og klæðast av nýggjum við nýggjum vindeygum, og í tí sambandi eru øll vindeygu broytt og gjørd størri og tvey stór hornavindeygu vera gjørd í hvørt horn á framsíðuni á húsinum, har ta eina vindeyga samstundis er eitt bonk vindeyga inni í køkinum.

Samstundis sum húsið skiftur ham uttandura, verður innrætting í bæði kjallara og á ovaru hædd eisini dagførd og umskipa grundleggjandi til eina meira nútímans innrætting á báðum hæddum.

Komandi verkætlanTvey tvíhús Úti á Fløtum (Skála), hvør eind er 150 fermetrar.Skulu vit eisini tekna tykkara hús, umbygg...
19/08/2024

Komandi verkætlan

Tvey tvíhús Úti á Fløtum (Skála), hvør eind er 150 fermetrar.

Skulu vit eisini tekna tykkara hús, umbygging, tvíhús ella eitt størri projekt, so set tykkum endiliga í samband við okkum.

Fyrstu húsini frá ACA Concept í Føroyum. Tann 22. Apríl blivu hesi húsini á Ryskigøtu 5, á Villingardalsvegnum í Tórshav...
19/05/2021

Fyrstu húsini frá ACA Concept í Føroyum.

Tann 22. Apríl blivu hesi húsini á Ryskigøtu 5, á Villingardalsvegnum í Tórshavn reist, og liðug innilokaði dagin eftir, vind og vatntøtt.

í dag eru næstan øll Troldtekt loftir løgd í húsinum, og gólválegging byrjar eisini í hesi vikuni og húsini eru annars væl áveg at vera liðug.

Øll sum hava áhugað, eru vælkomin at koma ein túr framvið at hyggja, okkara tekniski leiðari er næstan altíð at treffa á staðnum.

Her eru bíløt frá degnum húsini blivu reist, og so nøkur bíløt frá hesari vikuni, hvussu langt húsið er komið nú.

Skulu tit byggja nýggj hús? Hava teknað hús, ella kostnaðarmeting/tilboð av egnum húsatekningum?Vit hava egnar arkitekta...
16/02/2020

Skulu tit byggja nýggj hús? Hava teknað hús, ella kostnaðarmeting/tilboð av egnum húsatekningum?

Vit hava egnar arkitektar sum tekna tykkara hús, klárt til byggiloyvi. Vit hava egna lágorkutimburelement framleiðslu í Danmark og timburmenn at gera húsini liðug um tað ynskist. Húsini verða bygd eftir føroyskum byggisiði, tó betri bjálvaði og harvið eisini sterkari orsaka av hægri dimensión á stórviðinum, enn vanligt er í Føroyum.

Vit tekna og byggja eftir ynski, eftir sokallaða “Custom made house” konceptinum. Tí hava vit ikki nakrar ávísar typir, men vit kunnu vísa fleiri snið vit longu hava teknað, sum kunnu tillagast eftir tykkara ynskjum. Eru tit áhugaði í at síggja hesi so set tykkum í samband við okkum.

Hava tit longu fingið húsini teknaði geva vit fegin tilboð uppá at byggja tey eisini.

Vit hava eisini ein sera fornuftigan fermetraprís og stutta leveringstíð, í mun til Føroyska marknaðin

Ljóðar hetta áhugavert so set tykkum í samband við okkum

Address


9000

Opening Hours

Monday 09:00 - 19:00
Tuesday 09:00 - 19:00
Wednesday 09:00 - 19:00
Thursday 09:00 - 19:00
Friday 09:00 - 19:00
Saturday 10:00 - 14:00

Website

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when ACA Concept posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

  • Want your business to be the top-listed Home Improvement Business?

Share